Komandi ár verður Jóhan Tummasson Lervig fyrstilærari í Velbastaðar skúla tíðarskeiðið 5. januar – 22. desember 2015. Mentamálaráðið hevur sett hann í tíðaravmarkað starv.
Jóhan Tummasson Lervig er 34 ára gamal, tók læraraprógv í 2006 og hevur síðan starvast í Skúlanum á Argjahamri, har hann hevur fjølbroyttar undirvísingarligar royndir, bæði sum lærari og eisini sum leiðari í deildunum fyri 1. og 2. undirvísingarpart sum longdi armurin hjá leiðsluni.
Velbastaðar skúli hevur 53 næmingar í 7 árgangum og fimm lærarar starvast á skúlanum.










