Lønin hjá lærarunum er ov lág.
Tað heldur ein stórur partur av føroysku lærarunum.
Teir halda samstundis, at hægri løn er tað, Lærarafelagið fyrst og fremst skal arbeiða fyri.
Skúlablaðið skrivar, at ein kanning vísir, at 68 prosent av lærarunum halda, at Lærarafelagið skal fyrst og fremst hugsa um at arbeiða fyri at lærarar fáa hægri løn.
Tað eru serliga menninir, sum halda, at lønin er ov lág.
Kanningin vísir, at tað eru nevniliga heili 86,4 prosent av monnunum, sum halda, at hægri løn er tað týdningarmesta hjá Lærarafelagnum at arbeiða fyri.
Men eisini stórur partur av kvinnunum halda, at lønin er ov lág, tí 60,9 prosent av kvinnunum halda, at lønarhækking til lærarar skal vera fremsta mál hjá Lærarafelagnum.
Skúlablaðið sigur, at tað eru serliga lærarar á teimum størru skúlunum, sum hgalda hetta.
Tess størri skúlin er, tess størri eru sannlíkindini fyri, at lærararnir halda, at lønarhækking eigur at vera fremsta mál hjá Lærarafelagnum.
Í kanningini vórðu lærarar eru bidnir um at velja ímillum átta øki, teir halda at Lærarafelagið skal arbeiða við.
Eftir hægri løn, halda 56 prosent av lærarunum, at meiri eftirbúgving eigur at verða raðfest ovarlaga.
Síðan kemur uppgávan at skapa hægri virðing í samfelagnum um arbeiðið hjá lærarum, tað halda 41 prosent av lærarunum er týdningarmikið, og 35 prosent halda, at betri umstøður er umráðandi.
Hinvegin halda 34 prosent av lærarunum, at tað at tað er avgerðandi, at fáa størri úrval av talgildum frálærutilfari á føroyskum.
- Tað er serliga í skúlum við einum næmingatali undir 100 næmingar, at lærararnir halda hetta vera týdningarmikið.
Sum heild eru tað 19,1 prosent, sum halda, at tað er neyðugt at útvega meiri talgild tilfar á føroyskum, men á smærri skúlunum er tað triðingurin av lærarunum, sum heldur, at tað hevur stóran týdning.
Hinvegin heldur næstan ein triðingur av lærarunum eisini, at tað tað er neyðugt at fáa fleiri tímar til serligan tørv.
Men tað eru serliga kvinnuligu lærararnir, sum halda hetta, tí tað eru 38 prosent av kvinnuligu lærarunum, sum vilja hava fleiri tímar til serligan tørv, men tað eru bara 15,9 prosent at monnunum, sum halda tað.
Men eisini í hesum sambandi eru tað serliga lærarar í smærru skúlunum, sum halda, at tað er týdningarmikið.
Annars eru tað bara 16 prosent av lærarunum, sum halda, at arbeiðsbyrðan er ov stór og at tað er neyðugt at seta arbeiðstíðina niður, sigur Skúlablaðið.
|