Lærarar ørkymlaðir av Mentamálaráðnum

-Nýggi bygnaðurin hevur elvt til nógva ørkymlan og ónøgd millum viðskiftafólk, sum samstarva við ráðið

Á vetri í 2012 varð Mentamálaráðið skipað við nýggjum bygnaði, sonevndum funktiónsbygnaði, har arbeitt verður í toymum í staðin fyri í deildum. Farið var sostatt burtur frá serfrøðingavitan og greiðum ábyrgdarbýti yvir til ein bygnað við generalistum, har øll starvsfólk kunnu fara inn í øll mál, um tørvur er á tí. 

 

Landsstýrismaðurin hevur í hesum sambandi sagt, at ætlanin var at gera ráðið effektivari, og sum frá leið at fáa meira fyri játtaða peningin.

 

-Men nýggi bygnaðurin hevur elvt til nógva ørkymlan og ónøgd millum viðskiftafólk, sum samstarva við ráðið, heldur Rigmor Dam. 

 

Hin vísir á, at tað eru 46 fólkaskúlar við starvsfólki og leiðslum, sum vísa beinleiðis til Mentamálaráðið. Kortini hevur Mentamálaráðið niðurlagt Fólkaskúladeildina, har lærarar, leiðslur, foreldur, felagsskapir, stovnar og onnur skúlafólk kundu venda sær til í dagliga samskiftinum við umsitingina.

 

-Fyri bert fáum árum síðan var fólkaskúladeildin í Mentamálaráðnum størsta og kanska best virkandi deildin við 6-7 starvsfólkum. Í dag er einki fast starvsfólk ella deild at taka sær av einum av størstu løgfrøðiligu, fyrisitingarligu og námsfrøðiligu uppgávunum í landinum, sigur tingkvinnan. 

 

Herálvur Jacobsen, formaður Lærarafelagsins, lýsti málið í Skúlablaðnum í mai 2014, har hann staðfesti, at skúlaleiðslur, Lærarafelagið og lærarar dagliga hava stórar trupulleikar við at fáa samband við Mentamálaráðið. 

 

- Skúlaleiðslur hava í nógvum førum eftir royndir í fleiri dagar uppgivið at fáa samband við fakfólk innan fólkaskúlan í Mentamálaráðnum og venda sær tí til Lærarafelagið við spurningum og uppgávum, sum heilt greitt hoyra undir arbeiðsøkið hjá arbeiðsgevaranum, segði Herálvur Jacobsen við Skúlablaðið.

 

Rigmor Dam fer í næstum at spyrja Bjørn Kalsø, landsstýrismann í Skúlamálum, um hesi viðurskifti. 

 

1.Hvussu kunnu viðskiftafólk vita, hvønn tey skulu venda sær til við fyrispurningum innan teirra virkisøki, tá eingin hevur ábyrgd av ymsu økjunum undir Mentamálaráðnum?

 

2.Hvussu metir Mentamálaráðið sjálvt, at samskiftið við viðskiftafólk hevur hepnast við nýggja bygnaðinum?

 

3.Eru ítøkiligar ætlanir um at bøta um samskiftið úteftir, so tað verður greiðari, hvønn viðskiftafólk skulu venda sær til við fyrispurningum, og hvør hevur ábyrgdina av, at hesir verða avgreiddir?

 

4.Í hvønn mun hava bygnaðarbroytingarnar bøtt um tænastuna til brúkaran?

 

5.Nær er ætlanin at eftirmeta og endurskoða nýggja bygnaðin í Mentamálaráðnum?

 

6.Hvat ætlar Mentamálaráðið at gera við trupulleikan? Og nær?