Lærarar noyðast heim at arbeiða

Fólk skulu ikki fáa ilt í afturpartin av, at ein lærari fer heim, tá ið hann er liðugur at undirvísa næmingum, hóast hetta kann verða tíðliga á degnum. Umstøður eru ikki at arbeiða í skúlanum, heldur formaðurin í Lærarafelagnum

Tað er alt annað enn løgið, at lærarar fara heim úr skúlanum, tá ið teir eru lidnir við undirvísingina. Umstøðurnar eru ikki til at arbeiða í skúlanum.

 

Tað heldur Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag, sum ikki ætlar sær at taka støðu til, hvussu leingi lærararnir eru í skúlanum eftir lokna undirvísing. 

 

- Tað er tó ein sannroynd, at arbeiðsumstøðurnar á flestu skúlum eru so, at tær hvørki eggja til ella gera tað møguligt hjá lærarum at arbeiða á skúlanum. Tí arbeiða lærarar í stóran mun heima hjá sær sjálvum við egnari teldu, egnari telefon og so framvegis, sigur Herálvur Jacobsen við heimasíðuna hjá Lærarafelagnum.

 


- Arbeiðið hjá læraranum er í høvuðsheitum at fyrireika, fremja og eftirmeta undirvísing, men við tíðini er samskifti blivið ein týðandi táttur í læraraarbeiðinum, og kravið til skjalprógvan er eisini økt nógv, vísur hann á.

 


Herálvur Jacobsen heldur, at skúlabygging als ikki tekur hædd fyri, at lærararnir skulu arbeiða í skúlanum, tá ið teir ikki undirvísa í flokshølum.

 

- Fyrireikingin og eftirmetingin eru heimleys í skúlabyggingini, hóast onkrar ávegis loysnir eru gjørdar á summum skúlum. Ein lærarastova er sjálvandi, men lærarastovan er ætlað til uppihaldsrúm hjá lærarum í fríløtum, og so verður lærarastovan eisini brúkt til matstovu, goymslu og til fyrireiking í ávísan mun. Ofta er lærarastovan einasta hóskandi fundarrúm í skúlanum, sigur Herálvur Jacobsen.


Hann hevur eisini eitt ítøkiligt boð upp á, hvat skal til fyri at gera tað meira arbeiðsligt hjá lærarunum í skúlanum.


- Ein lærarastova lúkar ikki treytirnar sum arbeiðsrúm hjá lærarum, heldur ikki um eitt nú klivar verða gjørdir til hvønn lærara. Hvør einstaki lærari skal hava egið rúm, sum í minsta lagi er 6-7m2 til støddar. Verða, sum ein neyðloysn, bólkarúm gjørd, so skulu rúmini ikki verða til meira enn 2–3 persónar.


- Rúmið skal innrættast við innbúgvi, ið er hóskandi til arbeiðsuppgávuna, m.a. við borði við plássi til teldu, og lærarin skal hava teldu og telefon til arbeiðstengt samskifti. Pláss skal vera fyri bókum og skjalamappum, eins og skáp, ið kann læsast, skal vera til trúnaðartilfarð. Onnur viðurskifti sum ljós og luft skulu sjálvandi eisini lúka galdandi reglur, sigur Herálvur Jacobsen við heimasíðuna hjá Lærarafelagnum.