Læra tónleikarar at geva upp skatt

Skattaviðurskifti, Prix Føroyar biografur og loppumarknaður er á skránni á tiltaki á Reinsarínum í Havn í dag

Skattaviðurskifti, Prix Føroyar biografur og loppumarknaður er á skránni á tiltaki á Reinsarínum í Havn í dag

Soleiðis gevur ein tónleikari sína inntøku upp, og hetta og hatta kann dragast frá í skatti. Hetta verður nakað av tí, ið Hermund Jacobsen, skrásettur grannskoðari hjá Menta fer at greiða frá, tá hann á Punkt tiltakinum leygardagin heldur fyrilestur fyri tónleikarum í Reinsarínum. Hermund er partur av eini skránni, ið nú er tøk, har savnsgull, Prix Føroyar biografur, KODA skráseting, framførslur við frálíkum tónleikarum eisini eru á skránni.

Fyrilesturin hjá Hermundi hevur heitið skatting av tónleikarum og verður kl. 13:30 í dag.

Hermund Jacobsen er grandskoðari og tónleikari og kennir tí til tey ivamál, ið tónleikarar hava um skattaviðurskifti.

Á loftinum á Reinsarínum verður allan seinnapartin Prix Føroyar biografur, har vit sleppa at enduruppliva nakrar av fantastisku undansendingunum frá Prix Føroyar tíðini.

Mass Hoydal, oddamaður fyri Savnsgull verkætlanina hjá KVF fer at greiða frá um tónleikin í gjøgnum tíðirnar í KVF.

Loppumarknaður við ljóðførum, LP’um og tónleikaútstýri er allan dagin, og eisini verða framsýningar av trummum, gittarum, rocknroll minnum og mangum øðrum í Perluni og Reinsarínum.

Um kvøldið verður veitsla fyri føroyskar tónleikarar í Reinsarínum.


Skráin fyri tiltakið er hendan:

13.00    PUNKT letur hurðarnar upp, Prix Føroyar biografur, framsýningar og loppumarknaður.

13.30    Fyrilestur: Skatting av tónleikarum - Hermund Jacobsen, skrásettur grannskoðari hjá Menta

14.00    Tónleikaframførsla: Holgar

15.00    Framløga: Savnsgull

16.00    Tónleikaframførsla: Hans Andrias Jacobsen

17.00    Tónleikaframførsla: Lea Kampmann

18.00    PUNKT letur hurðarnar aftur

22.00    PUNKT Veitslan