Læra børn at ringja 1-1-2

Mikudagin 26. mai klokkan 10 verður tann árligi 1-1-2 dagurin hildin fyri elstu barnagarðsbørnunum og forskúlabørnunum í Tórshavnar Kommunu

– ­Nógv verður at hoyra og síggja hjá børnunum, so sum smáir og stórir útrykkningsbilar, politihundar og tónleikur.

 

Soleiðis stendur skrivað á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu.

 

Tiltakið verður á parkeringsøkinum við Badmintonhøllina í Gundadali.

 

Tað eru Sjúkraflutningstænastan, Ráðið fyri Ferðslutrygd, Tórshavnar Sløkkilið, Tórshavnar Kommuna, SSP Ráðgevingin og Politiið, sum skipa fyri 1-1-2 degnum.

 

– Endamálið við 1-1-2 degnum er, at øll barnagarðs- og forskúlabørnini, sum fara í 1. flokk í summar, fáa ein stuttligan og læruríkan dag um ferðslu, eldsbruna, bjarging og um at ringja 1-1-2. Tiltakið er liður í fyribyrgjandi arbeiðinum, sum øll hesi yrkisfólk eisini taka sær av.

 

300 børn og vaksin í Tórshavnar Kommunu verða við til 1-1-2 dagin.