Læknin umhugsar at stevna Chelsea

Kvinnuligi læknin, sum fekk fótin frá Chelsea fyrr í ár eftir eina ósemju við José Mourinho, hóttir nú við at stevna felagnum.

Eva Carneiro, kvinnan, ið var lækni hjá fótbóltsfelagnum Chelsea, umhugsar nú at stevna felagnum fyri at hava sagt seg úr starvi fyrr í ár.

 

Vátt kom í reiðrið millum Evu Carneiro og José Mourinho fyrr í ár, tá Eva Carneiro, undir einum dysti, fór inn á vøllin at geva John Terry, liðskipara hjá Chelsea, viðgerð. José Mourinho var óður um hesa avgerð, av tí at tað merkti, at Chelsea eina løtu mátti spæla við einans 9 spælarum. Málmaðurin Thibaut Courtois var útvístur fyrr í dystinum.

 

José Mourinho gav læknanum forboð fyri at sita á bonkinum framyvir, tí hon skilti eyðsæð ikki spælið, segði frítttalandi portugisin. Hon slapp ei heldur at vera til staðar undir venjingum ella at búgva á sama gistingarhúsi sum spælararnir.

 

Hóttanin um at stevna Chelsea kemur, eftir at sakførarar hennara ikki eru vorðnir samdir við Chelsea um eina fráfaringaravtalu. Eva Carneiro hevur starvast hjá Chelsea síðani 2009.