Ein sibiriskur lækni, sum viðgjørdi Putin-atfinnaran Aleksej Navalnyj, tá hann datt um á einum flogtúr í Russlandi í fjør, var burtur í fleiri samdøgur, sum setti umfatandi leiting í verk um vikuskiftið.
Men læknin kom í dag út úr eini skóg við egnari hjálp og setti seg í samband við bygdarfólk í eini lítlari bygd. Hann hevði tað gott.
Løgerglan í Omsk-landspartinum – umleið 2.200 metrar eystan fyri Moskva – siga, at læknin Alexander Murakhovskyj fóru av eini støð fyri veiðumenn í einum terrengkoyrandi akfari fríggjadagin.
Bjargingartænastan og lívbjargarar stuðlaðir við dronum, tyrlum og sjálvbodnum fóru leygardagin at leita.
Murakhovxkyj var leiðandi yvirlækni á sjúkrahúsinum í sibiriska býnum Omsk, har Navalnyj varð viðgjørdur. hann var seinni framfluttir til heilsumálaráðharra í økinunm.
Læknin gjørdi altjóða vart við seg við at siga, at Navalnyj hevði eina stofskiftissjúku. Navalnyj fanst seinni at læknanum o gsegði, at hann hevði fingið løn fyri at finna ta diagnosuna.
Navalny gjørdist sjúkur umboðr á einum flogfari úr Sibiria til Moskva 20. august í fjør. Hann var fyrst innlagdur í Omsk. Eftir drúgvar samráðingar við myndugleikarnar varð hann seinni flogin úr Omsk til Berlin fyri at verða viðgjørdur har.
Laboratoriikanningar frá trimum evropisku londum staðfesti, at Navalnyj var eitraður við nervaeitrinum Novitjok, sum varð ment í sovjettíðini. Hetta var eisini váttað av serfrøðingum hjá alheims eftirlitsstovninum fyri kemisk vápn.
Nervaeiturið var ment undir Sovjetsamveldinum og var eisini brúkt í einum álopii á ein fyrrverandi russiskan agent í bretska býnum Salisbury í 2018.
Kreml hevur avgjørt afturvíst ákærurnar um, at russiskir myndugleikar hava verið uppíblandaðir í nakra roynd at særa ella drepa Navalnyj.
Navalnyj gavst 23. apríl stigvíst at steðga hungursverkfallinum í fongslinum, har hann er innsettur, eftir ein dóm upp á 3,5 ára fongslul.
Navalnyj varð dømdur fyri at hava brotið treytirnar fyri ein treytaðan dóm, meðan hann varð viðgjørdur í Berlin.
Dómin fekk hann fyri skattaundandrátt afturi í 2014.
/ritzau/Reuters