Í samband við heita orðaskifti um hvørki vit eiga at koppseta børn okkara, svarar Katrin Kallsberg, yvirlækni á Landssjúkrahúsinum, nakrar spurningar um koppseting
1. Hví skulu vit koppseta?
Vit skulu koppseta børnini hjá okkum tí koppseting fyribyrgir sjúku og eftirsjúkir. Hóast koppseting ikki er nátúrlig, so betrar um hon um heilsuna. Tað er so nógv sum er natúrligt, sum vit ikki meta at vera gott. Tað var eisini natúrligt at børn doyðu av menegitis fyrr.
2. Gera barnasjúkurnar kroppin kláran at takla aðrar sjúkur? Og er koppseting við til at tarna hesi natúrligu mannagongdini?
Ja og nei. Tað at man fær eina sjúku eru gott, tí kroppurin venur seg við at byggja órinsverjuna. Tú gert meir ella minni tað sama tá tú koppsetur. Tú tarnar ikki hesi mannagongdini, tí tú koppsetur ikki ímóti øllum sjúkum sum tú fært. Tær sjúkurnar sum veruliga geva trupulleikar verða vit koppsett ímóti, og tá fáa vit ikki sjúkuna men bara verjuna.
3. Eru nakrar vísindaligar kanningar gjørdar um koppseting har framleiðarnir av koppsetingini ikki hava stuðlað fíggjarliga? Um ikki, er hetta so ikki ein fordómur sum ávirkar eitt úrslit?
Tað er torført at siga hvør hevur stuðlað hvussu. Tá kanningar verða framdar, so sum við kanningum sum umfataðu HPV koppsetingina, vóru firmu sum stuðlaðu. Hóast hetta so verða kanningar gagnmettar í realitetinum. Í Danmark hevur heilsustyrið ásett Medesinsk Teknologivurdering, sum hevur til endamáls at gagnmeta trúðvirði í kanningum sum verða gjørdar.
Nógvar av søgunum, sum vit hoyra viðvíkjandi koppseting eru ikki sannar. Um mistanki er um møgulig hjáárin verður tað altíð fráboðað. Tað verður altíð hildið vakið eyga við nýggjum koppsetingum.
Síðani eru eisini síður sum www.vaccineinfo.dk sum hava til endamáls at mótarbeiða koppsetingum. Hetta er ein privatur felagsskapur sum eisini tjenar pening uppá at fólk eru ímóti koppseting. Bæði tey sum eru fyri og tey sum eru ímóti hava áhuga í vinningi.
3. Eru kanningar gjørdar sum hava hugt at koppsettum og ókoppsettum børn og muni á sjúkum millum tey?
Tað er ikki heilt víst. Í okkara parti av heiminum eru fleiri sum velja koppseting frá. Men tá vit velja at koppseta hendur nakað sum vit kalla meiriluta órinskapur. Hetta er tá vit verða vard av meirilutanum, sum ikki spreiðir sjúku vegna koppseting.
Hóast ein hevur valið at koppseta, so vita vit at koppseting hevur givið betri barnaheilsu. Velur man koppseting frá økir man um vandan fyri sjúku og eftirsjúku. Tað er absurd at velja tað. Vit hava nærum ongar stórvegis seinfylgir sæð av koppseting enn, men vit hava sæð seinfylgir av barnasjúkunum. Eru so nóg nógv sum ikki fara at koppseta so fara sjúkurnar aftur at plága okkum. Eitt dømi er í Pakistan har ein tey hava eina epidemi av meslingum, av tí at júst hendan koppsetingin hevur verið umstrídd. Og hóast meslingar ikki eru vandamiklir fyri tey allarflestu eru teir tað fyri summi.
4. Hvat halda læknar um, at tað eru alsamt fleiri sum velja koppsetingina frá?
Eg skilji at summi velja at lata vera við at koppseta tí tey eru bangin. Hetta er tó ein medisinskur og ein moralskur trupulleiki. Medisinskur, tí um nóg nógv velja tað frá, so fáa vit aftur triðjaheims trupulleikar. Moralskur, tí fólk sum velja koppseting frá verða eisni offur fyri privatu firmunum sum bera boðskapin fram.
Les eisini Gigni: Kykhosti kann verða álvarsligur