At tað í gjár vórðu staðfestir heili 16 nýggir smittutilburðir er komið óvart á nógvar føroyingar. Á sosialu miðlunum er nógv kjak um, hvat nú skal gerast fyri at fáa tamarhald á støðuni aftur, so vit enn einaferð kunnu koma niður á null.
Ein av teimum, sum er komin við einum boði upp á eina loys, er læknin Marnar Fríðheim Kristiansen.
– Vit hava verið her fyrr, men nú eru vit tíverri aftur, skrivar hann á sínum facebook-vanga.
Men vit vita, hvat vit nú skulu gera, sigur hann og vísir á fýra ítøkilig ráð:
- Minka um óneyðugar kontaktir
- Avlýsa tiltøk
- Testa okkum, um vit hava sjúkueyðkenni ella hava verið har smitta hevur verið
- Og sjálvandi skal heimauppihaldið setast aftur í verk, sigur Marnar Fríðheim Kristiansen, lækni.
Á tíðindafundinum 14. mai bleiv kunngjørt, at tað ikki var neyðugt at vera í heimauppihaldi á sama hátt, aftaná komu til Føroya. Í staðin fyri at vera í sóttarhaldi í seks dagar, bleiv tað gjørt soleiðis, at mann sleppur frá aftaná svarið frá fyrsta testinum, og síðani skal mann bara halda seg frá stórum mannamúgvum - men mann kann til dømis gott fara á matstovu og kafé. Heimauppihaldið plagdi eisini at vera í seks dagar í staðin fyri fýra, sum tað hevur verið seinastu tíðina. So er spurningurin, um hetta verður broytt aftur.