Læknaskrivari í samfull 30 ár

 

Jonna Krog Poulsen hevur í hesum døgum starvast sum læknaskrivari á Sandi í 30 ár. Hesi árini hevur hon arbeitt hjá nógvum læknum og vikarum, bæði føroyingum og útlendingum, sum hava starvast í Sandoynni.


- Eg haldi ikki, at tað hevur verið nakar trupulleiki fyri meg sum skrivara, at fleiri læknar hava verið í økinum í hesum tíðarskeiði. Hetta hevur verið og er framvegis eitt fantastiskt arbeiðspláss. Eingin dagur er eins, og tú møtir nógvum spennandi og á ymiskan hátt áhugaverdum fólkum.

 

Tað sigur Jonna Krog Poulsen, ið tók útbúgving sum sjúkrahjálpari í Íslandi í 1977.


- Í august 1983 byrjaði eg at arbeiða sum læknaskrivari, og tað havi eg gjørt øll árini síðan.

 

Hon sigur, at árini 1985-2005 hevði hon tvey hálvtíðarstørv, har hon arbeiddi sum læknaskrivari fyrrapart og skrivari hjá Sands kommunu seinnapart.

 

- Árini síðan 2005 havi eg so starvast sum læknaskrivari fulla tíð, sigur Jonna Krog Poulsen.

 

Lækni á Sandi seinastu árini hevur verið Petur Højgaard, men síðan 1. januar í ár hevur danin, Birger Aaen-Larsen, røkt læknastarvið á Sandi.

 

Í Sosialinum í morgin er samrøða við Jonnu Krog Poulsen, har hon eitt nú fortelur, at hon hevur arbeitt hjá fleiri enn fimmti læknum hesi tríati árini sum læknaskrivari á Sandi.