Læknaligt íkast til kjakið um heilsuverkið

Seinastu tíðina hevur nógv kjak tikið seg upp í Føroyum, um hvussu føroyska heilsuverkið skal skipast. Sum partur av komandi ættarliði av føroyskum serlæknum vilja vit gera vart við okkara sjónarmið.

 

Sjúklingurin er miðdepilin í einum heilsuverki, og tann grunnleggjandi funktiónin á einum sjúkrahúsi er at útgreina og viðgera sjúklingar. Læknavísindin mennist og broytist allatíðina, og harvið eru støðugt broytingar í mannagongdum og funktiónum í einum heilsuverki. Ótíðarhóskandi og ólogiskir karmar kunnu elva til vánaligar arbeiðsumstøður og vánaligt útbýti av førleikum hjá starvsfólkum í heilsuverkinum. Sjúkrahús og heilsuverk skulu tí endurskoðast javnan, og ein langtíðarætlan má vera, fyri at sjúkrahúsverkið kann virka í tráð við menningina av læknavísindini.

 

Sjúkrahúsverkið í Føroyum skal kunna bjóða trygga og fakliga nøktandi viðgerð til allar føroyingar. Vit halda, at vit kunnu fáa munandi betri útbýti av fakliga tilfeinginum í Føroyum. Hetta er tó treytað av politiskari raðfesting.

 

Fyrst og fremst eftirlýsa vit eina langtíðarætlan fyri sjúkrahúsverkið. Eina heildarætlan fyri hvørjar sjúklingar vit kunnu viðgera nøktandi í Føroyum, og hvørjar sjúklingar vit framvegis mugu at senda av landinum.
Harnæst eina bygnaðarbroyting sum miðsavnar allar tær størru sergreinarnar á Landssjúkrahúsinum, soleiðis at allur serkunnleiki og allar arbeiðsroyndir eru miðsavnaðar á einum stað. Tað skapar betri møguleika fyri tvørfakligum samstarvi. Sjúklingagongdin verður effektivari og betri.

 

Sum í øðrum útjaðarum er stórur tørvur á læknum í Føroyum, serliga á serlæknum. Fyri at venda gongdini, er alneyðugt, at hesin trupulleiki verður tikin í størsta álvara.

 

Fyri at fáa læknar at trívast og serliga at fáa serlæknar at koma til Føroya eftir lokna útbúgving krevjast betri arbeiðsumstøður enn í dag. Serlæknaútbúgvingin er broytt seinastu árini. So hvørt sum gransking og vitan um sjúkur og viðgerðir vaksa í vavi, gerast sergreinarnar meira umfatandi og krøvini til serlæknarnar størri. Ein av trupulleikunum í Føroyum er, at serlæknar ikki fáa tíð og umstøður, til sína egnu sergrein. Serlæknar vilja jú fram um alt gagnnýta sína serfrøði og soleiðis veita nøktandi og nútímans viðgerð til sjúklingin.
Harafturat er tørvur á umstøðum fyri framhaldandi menning, frálæru og viðlíkahald av vitan, sum kemur sjúklinginum til góðar. Serliga vilja vit leggja dent á undirvísing sum partur av gerandisdegnum á einum sjúkrahúsi. Tað er eitt treytaleyst krav, fyri at vit framhaldandi kunnu hava yngri læknar í útbúgvingarstørvum á LS. Um LS ikki verður góðkent sum útbúgvingarstovnur fyri yngri læknar, koma munandi færri læknar, um nakar, til Føroyar eftir lokna útbúgving. Arbeiðið á sjúkrahúsinum verður skert og skeiklað, og virksemið vit kenna í dag, fellur niður á eitt støði vit, sum komandi serlæknar ikki kunnu góðtaka.

 

Við røttu skipan og fullari gagnnýtslu av starvsfólki og teirra førleika, er sjúklingagrundarlag til at stovna enn fleiri útbúgvingarstørv, sokallað basis- og introstørv, og møguliga kunnu nakrir læknar taka stuttar partar av serlæknaútbúgvingini í Føroyum. Soleiðis kunnu vit um nøkur ár fáa væl fleiri serlæknar í fast starv í Føroyum.

 

Í verandi skipan hava vit 3 sjúkrahús, sum hvør í sínum lagi dúva uppá vikarar og konsulentar. Hettar er ein dýr og fyri sjúklingin ofta ikki nøktandi loysn við nógvum leysum endum, sum kunnu vera torførir at savna hjá næsta lækna, sum hittir sjúklingin. Hettar seinkar sjúklingagongdini og kann hava álvarsligar fylgjur. Í mun til útbúgving og rekruttering av yngri læknum, er hetta eisini ein minni góð loysn. Hóast vit í Føroyum altíð fara at hava tørv á konsulentum, er eyðsæð at besta og bíligasta loysn fyri allar partar, er at fáa fleiri serlæknar í fast starv.

 

Sum við øllum øðrum hongur góðska saman við prísi. Vit fáa tað heilsuverk vit vilja gjalda fyri. Seinastu hagtøl vísa, at Føroyar gjalda minst í prosent av BTÚ til heilsuverkið samanborið við hini Norðurlondini. Flest munnu vera samd um at føroyska heilsuverkið er í svárari kreppu. Kjakið kann ikki longur snúgva seg um LS,KS, SS, útjaðaran mótvegis miðstaðarøkinum. Heldur mugu vit kjakast um, hvussu borgarin fær bestu viðgerð, og hvussu Sjúkrahúsverk Føroya kann blíva ein vælvirkandi samansjóðað eind.

 

Kjakið um heilsuverkið endar ikki her. Nógv kundi verið lagt afturat.
Eitt vælvirkandi og nútímans heilsuverk krevur, at politikarar lurta eftir serfrøðini, taka ábyrgd og tora at fremja tær broytingar, sum eru neyðugar. Alt til frama fyri føroyska sjúklingin.

 

Vegna ’Føroyskar Læknar Uttanlands’

 

Eivind Warberg,

Sissal Clementsen,

Herborg L. Johannesen,

Hanus Debes Joensen,

Diana Reynstind,

Randi Maria Simonsen,

Magda Lambaa Altinok,

Heðin Jacobsen,

Jógvan Øregaard,

Sissal Sigmundsdóttir Djurhuus,

Regin Lamhauge,

Tordis Kristiansdóttir,

Heidi Madsen,

Súsanna Reinert-Petersen,

Súsanna Petersen,

Bjarni Wardum,

Rúna Olsen,

Johanna Petersen,

Katrin Olsen

Marita av Steinum