Læknahúsini í Fuglafirði sum dagtilhald

Læknahúsini í Fuglafirði eru umbygd til dagtilhald fyri minnisveik. Í hesum sambandi varð skipað fyri móttøku í gjár, tá ið dagtilhaldið alment verður tikið í nýtslu.

Læknahúsini í Fuglafirði eru umbygd til dagtilhald fyri minnisveik. Í hesum sambandi varð skipað fyri móttøku í gjár, tá ið dagtilhaldið alment verður tikið í nýtslu.

 

Dagtilhaldið er fyri fólk í Eysturoynni, sum hava eina byrjandi demenssjúku og letur upp í gomlu doktarahúsunum í Fuglafirði, stendur at lesa á heimasíðuni hjá Fuglafjaðar kommunu. Pláss verður fyri 10 fólkum.

 

Sonni á Horni, borgarstjóri bjóðaði vælkomin og treiv í søguna. Fram til 1946 tá ið Jacob Højgaard kom, hevði Fuglafjørður havt lækna saman við Klaksvík. Hann greiddi frá, at læknahúsini vórðu bygd í 1948 fyri kr. 150.000,-.

 

Emma Winther,  kom í 1955 og helt fram sum lækni heilt fram til 1980. Eftirmaður hennara var Pól Johannes í Horni, sum legði frá sær í oktober 2007.

 

Annika Olsen, landsstýriskvinna í Almannamálum fegnaðirt um verkætlanina at skipa húsið sum dagtilhald fyri minnisveik og takkaði verandi býráði og undanfarna býráði fyri væla arbeiði at fáa hesa verkætlan framda í verki undir snotisligum kørmum.

 

Hallur Thomsen, depilsstjóri á Menningardeplinum í Almannaverkinum helt røðu og fegnaðist um hetta nýggja tilboðið fyri eldri.

 

Sigga Óladóttir Joensen, forkvinna í Sosialu nevnd Fuglafjarðar býráðs helt røðu og handaði Annika Olsen, landsstýriskvinnu lykilin til dagtilhaldið, sum nú hevur raksturin um hendi.

 

Ása Hanusson, økisleiðari hjá Heimatænastuni í Eysturoynni takkaði fyri víðkaðu møguleikarnar hetta tilboðið veitir teimum gomlu og avvarandi teirra.

 

Bárður á Lakjuni sang og spældi tvey løg og felagssangir vóru eisini á skránni – Dávur Winther, sum er vaksin upp í læknahúsunum í Fuglafirði, bar kvøðu frá mammuni, Emmu Winther, sum var lækni í Fuglafirði í meir enn 25 ár og hugleiddi yvir gomul minnir úr Fugafirði og úr húsunum annars. Húsini eru varðveitt í upprunaliga sniðinum við nógvum áhugaverdum gomlum myndum úr Fuglafirði á veggunum.

 

Væl av fólk var komið saman at fegnast saman við Almannamálaráðnum og býráðnum og øllum teimum , sum koma at varða av húsinum, sum nú skal vara karmur um dagtilhald fyri minnisveik í Eysturoy.

 

Orð og myndir: Dávur Winther

 

Fleiri myndir síggjast í myndatema VIÐ AT TRÝSTA HER