Eitt tað fyrsta uppskotið, ið undanfarna samgongan við Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum, Sjálvstýrisflokkinum og Miðflokkinum samtykti, var at hækka inntøkujavningina av lestrarstudninginum úr 10.000 krónur, soleiðis at lesandi kundu vinna 20.000 krónur um mánaðin, uttan at tað varð mótroknað lestrarstudninginum
Sostatt er møguligt at hjá lesandi at tjena 20.000 krónur um mánaðin, áðrenn studningurin verður mótroknaður, soleiðis at lesandi missa tíggju prosent fyri hvørjar 1.000 krónur mánaðarliga, ið miðal A-inntøkan er hægri enn 20.000 krónur.
Hetta ynskir Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, nú at broyta. Landsstýriskvinnan hevur lagt eitt uppskot fyri tingi, har miðal inntøkumarkið lækkar úr 20.000 krónur til 15.000 krónur.
Í viðmerkingunum til uppskotið ásannar landsstýriskvinnan, at lógarbroytingin helst minkar um hugin hjá lesandi at arbeiða.
- Skotið verður upp, at inntøkumarkið verður broytt úr kr. 20.000 niður í kr. 15.000. Henda lógarbroytingin kemur at hava sparingar við sær, men broytingin fer uttan iva at gera, at lesandi fara at arbeiða minni, meðan tey eru undir lestri.
Mett verður at landskassin sparir umleið 1,5 milliónir krónur við lógarbroytingini.










