Lækka enn eina ferð prísin fyri at koyra

Príslækkingin er fyri persónbilar

Nú verður prísurin fyri at koyra ígjøgnum Vágatunnilin og Norðoyatunnilin, enn eina ferð lækkaður. Tað boðar tunlafelagið frá beint nú. Tað er hjá teimum, sum hava teknað seg til fastprísskipanina, at tað nú verður bíligari at koyra. Higartil hava tey, sum hava tey goldið fyri 25 túrar, og so hevur restin av koyringini verið ókeypis.

 

Men hjá teimum, sum hava persónbil, lækkar tað nú niður í 15 túrar.  Hetta merkir, at tey sum hava hald, í mesta lagi fara at gjalda fyri 15 túrar um mánaðin í sama tunli við sama bili. Sostatt verður einki gjald fyri túr 16 og fylgjandi túrar, og mesta gjald verður kr. 300 um mánaðin.

 

Viðvíkjandi leigubilum, hýruvognum, vøruvognum, og øðrum bilum, verður hámarksgjaldið framhaldandi 25 túrar ella 500 krónur um mánaðin. Tunlafelagið sigur, at nýggja skipanin verður sett í gildi tann fyrsta november og hon fer serliga at gagna teimum, sum koyra nógv, eitt nú til og frá arbeiði.