Lady Gaga tjenar mest

25 ára gamla Stefani Joanne Angelina Germanotta, betri kend sum Lady Gaga, er blivin kosin til at vera tann kvinnuligi sangarin, ið hevur fingið mest pengar í 2011. Lady Gaga er endað frammanfyri Taylor Swift, Katy Perry, Beyoncé og Rihanna.

 

Seldar fløgur, kunngjørdar avtalur og 7,5 milliónir krónur í miðal fyri hvørja framførslu hevur givið tað úrslit, at Gaga fekk 515 milliónir í tíðarskeiðinum frá mai 2010 til mai 2011.

 

Langt er niður til nummar 2 á listanum. Taylor Swift gjørdist nummar 2, og hon tjenti 257 milliónir í tíðarskeiðinum. Á 3. plássi er Katy Perry við 252 milliónum. Á 4 plássi var Beyoncé við 202 millónum. Og nummar 5 gjørdist Rihanna við 165 milliónum.

Listin er gjørdu av Forbes.com.

 

Skrivað hevur: Neli Heldarskarð