Poppstjørnan Lady Gaga er fyrsti persónur í heiminum sum fær 20 milliónir »followers« á Twitter. Ikki minni enn 20,2 milliónir brúkarar á Twitter síggja, hvat Lady Gaga skrivar. Og hetta ger hana serstakliga glaða. Tá talið av »followers« kom upp á 19 milliónir tann 9. Februar í ár, skrivaði hon soleiðis:
19 milliónir followers! Eg eri sera heppin! »aftur til arbeiðis«.
Út yvir tíðindi um, hvar hon skal spæla konsertir, og hvørjar sendingar hon verður gestur hjá, fáa fjeppararnir eisini aðrar upplýsingar úr lívinum hjá Lady Gaga. Gjøgnum tíðina hevur hon skrivað ikki minni enn 1294 persónligar støður á Twitter. Sjálv er Lady Gaga »follower« hjá 139.000. persónum.
Á 2. plássi yvir flestum fjepparum, er kanadiski sangarin, Justin Bieber. Hann hevur 18 milliónir »followers«.
Skrivað hevur Neli Heldarskarð