Heimskenda songkvinnan Lady Gaga er eftirhondini vorðin heimskend í at provokera sum mest. Og nú ger hon tað aftur við einum videolagið, sum júst er komið á marknaðin.
Tann 25 ára gamla songkvinnan hevur sjálv framleitt 14 minuttir langa videolagið til sangin Marry the Night, har hon framførir nærum nakin.
Songkvinnan hevur eftir øllum at døma fingið íblástur frá tí tíðini, tá ið hon tók nógvar skeivar avgerðir í sínum lívi, og endaði við at vera uppsøgd av sínum plátufelagið, Def Jam, í 2006.
-Tað var ein av teimum ringastu døgunum í mínum lívi. Alt hendi so skjótt, men tá ið eg hugsi aftur á tað, so kennist tað sum tann tíðin í mínum lívi gekk sera seint, sigur songkvinnan.
Síggj videolagið her: www.youtube.com/watch
Hetta veit heimasíðan hjá Ekstra Blaðnum í dag.