Lady Fire konsert á Sirkus í kvøld

Í kvøld er hóskvøld og live tónleikur á Sirkus. Bólkurin, sum hevur fingið heiðurin at hava allarfyrstu live framførsluna á staðnum, er Lady Fire.

Lady Fire vunnu føroysku GBOB kappingina í 2008 og gjørdust nummar fimm í heimsfinaluni í London. Síðani hava teir verið ógvuliga aktivir, ikki minst við at venja nógv og finna sær sína egnu, serstøku ljóðmynd. Bæði løg og tekstir útvikla seg í heilum og mynda í dag úttrykkið hjá einum væl samanspældum, sjálvsikkrum bólki.

 

Manningin í Lady Fire er Filip Mortensen (The Ghost, The Story Ends) á

vokal, Hanus Mikal Andreasen (The Ghost, The Story Ends) á synthar, Heini Martin Niclasen (Boys in a Band) á gittara og Andreas Dalsgaard (The Ghost, Boys in a Band) á trummur.

 

Konsertin er ókeypis og byrjar klokkan 21.00