Lady Bird Johnson deyð

Einkjan eftir amerikanska forsetan Lyndon B. Johnson doyði í gjár

Lady Bird Johnson búði í býnum Austin í Texas, og hon doyði í heiminum av náttúrligum ávum, sum sagt varð. Hon var 94 ára gomul.

 

Lady Bird Johnson var gift við Lyndon B. Johnson, sum var amerikanskur forseti frá 1963 til 1969. Hann var varaforseti hjá John F. Kennedy og tók við, tá Kennedy bleiv myrdur. Lyndon Johnson stillaði upp til forsetavalið í 1964 og bleiv valdur.

 

Lady Bird Johnson hevur ikki gjørt nógv burtur úr sær tey seinnu árini, men av og á hevur hon tikið lut í almennum tiltøkum.