Ladies Night og J-dagur á skránni

Hetta vikuskiftið er tiltikni J-Dagurin á skránni, umframt, at ladies night er á skránni í Havnini.

 

Bassalt verður karmur ladies night í annaðkvøld, tá ið mannfólka stripptease, bodytequila og tónleiki frá DJ NeiZ er á skránni.

 

Ladies Night er ikki eitt nýtt fyribrigdi. Tað, sum tó tykist at vinda nógv uppá seg hesar dagar er strippteast. Seinastu tíðina hava vit frætt nógv um, at stripptease til bæði kvinnur og menn hevur verið á skránni kring landið. So tað, sum áður einans hevur verið borðreitt við á Ólavsøku, er nú at kalla gerandiskostur kring landið.

 

J-Dagur er eisini á skránni ymsastaðni í landinum. Eitt nú í Pubbini á Tvøroyri, í Klubbanum á Tvøroyri og í Café Natúr. Tað kann eisini væntast, at fleiri onnur støð í býarlívinum bjóða gestunum til J-Dag.

 

Haraftrat verður Casablanca kvøld í Rex, og Ladies Night fyri suðuroyarkvinnur í Seglloftinum á Tvøroyri.