Lada Niva í Antarktis

Í 1989 varð avgerð tikin um at testa ein Lada Niva í ekstremu umstøðunum í Antarktis. Bilurin, ið bleiv fyrsta flutningstól á hjólum í Antarktis, royndist so væl at hann nú verður settur á eitt savn í Ruslandi

Eftir at bilurin varð testaður við sera góðum royndum, varð hann í 1990, eftir at hann hevði verið gjøgnum nakrar tekniskar broytingar, sendur av russisku Polar-støðini sum fyrsta flutningstól á hjólum í Antarktis.

Bilurin varð nógv brúktur av vísundamonnum. Í temperaturi millum -54 til +4 stig flutti bilurin ymiskan farm har ímillum vísindaliga útgerð og tryggjaði sambandið millum tær nærliggjandi polarstøðirnar, eisini við læknahjálp.

Tey fylgjandi árini komu fleiri aðrir bilar, bæði lastbilar og bilar til fólkaflutning til Antarktis, men Lada Niva bilurin kláraði seg eins væl og teir.

Nú er so avgerð tikin um at seta bilin á eitt savn í Russlandi.