Lada kemur afturíaftur

Gongst eftir ætlan, verða bilar av slagnum Lada aftur at fáa í næstum. Maðurin aftan fyri ætlanina er Steve Martin, sum arbeiddi sum sniðgevi hjá Volvo, til hann fekk sekkin har fyri tveimum árum síðani. Nú skal hann hjálpa russisku verksmiðjuni Avto VAZ at sniðgeva nýggj sløg av Lada-bilum.

Sambært norska blaðnum Aftenposten koma ætlandi 20 nýggjar útgávur av Lada á marknaðin tey næstu árini.

Lada-bilarnir høvdu ikki serliga gott orð á sær í Vesturheiminum, men nakrir koyra enn. Eitt nú veit íslendska Morgunblaðið at siga, at 130 Lada-bilar koyra á teimum íslendsku vegunum.