Higartil hava tríggir av teimum persónligu skrivarunum hjá bretskum ráðharrum boðað frá, at teir fara at leggja frá sær, tekur Bretland lut í einum álopi á Irak uttan ST-góðkenning. Men sambært blaðnum The Sunday Times umhugsa einir sjey aðrir skrivarar at gera tað sama.
Ein av ráðharrunum í Blair-stjórnini hevur longu kunngjørt, at hon fer frá, eru bretskir hermenn við í einum álopi á Irak uttan ST-góðekking. Tað er .
Samstundis er greitt, at Tony Blair fær harða mótstøðu frá sínum egnu í undirhúsinum. Tá Irak-kreppan var til viðgerðar í undirhúsinum herfyri, atkvøddu 122 floksfelagar hjá Blair ímóti stjórnini, men nú verður roknað við, at umleið 200 av floksfeløgunum hjá forsætisráðharranum eru til reiðar at atkvøða ímóti honum, tekur ST-trygdarráðið ikki undir við at leypa á Irak.
Tann vanligi bretin er eisini ímóti kríggi uttan góðkenning frá ST. Tann seinasta kanningin vísti, at 62 prosent eru ímóti kríggi við Irak, tekur ST ikki undir við tí. Bara 15 prosent halda tað ikki vera neyðugt við ST-góðkenning.