Tá Tony Blair førdi bretska arbeiðaraflokkin Labour til sigur í 1997, fekk flokkurin 419 av teimum táverandi 659 sessunum í Undirhúsinum.
Tað er hægsta tingfólkatal, sum nakar einstakur flokkurin nakrantíð hevur havt í tjóðartinginum.
Á valinum í gjár mátti Labour lata sær lynda 203 av teimum 649 sessunum, sum higartil eru býttir, meðan Konservativi flokkurin fekk 364.
Líkamikið hvør fær tann síðsta sessin av teimum 650 sessunum, broytir tað einki. Tað er ringasta úrslitið hjá Labour síðani 1935, tá flokkurin fekk 154 tingfólk.
So nógvar sessir í Undirhúsinum hevur Labour havt seinastu 10 valini:
1983: 209 tingfólk
1987: 229 tingfólk
1992: 271 tingfólk
1997: 419 tingfólk
2001: 413 tingfólk
2005: 356 tingfólk
2010: 258 tingfólk
2015: 232 tingfólk
2017: 262 tingfólk
2019: 203 tingfólk
Kelda: Sky News.
/ritzau/