Labour fekk ein frammaná

Kommunuvalið í Bretlandi í gjár gjørdist ein vanlukka fyri stjórnarflokkin Enn er uppteljingin ikki liðug, men alt bendir á, at Labour-flokkurin fekk bara 24 prosent av atkvøðunum á kommunuvalinum í Onglandi og Wales, skrivar The Guardian.

Sambært blaðnum fingu tey konservativu umleið 44 prosent, og Liberaldemokratarnir hava helst fingið umleið 25 prosent.

Stórur spenningur er um borgarstjórastarvið í London, har kappingin stendur millum verandi borgarstjóran, Ken Livingstone, og tað konservativa valevnið Boris Johnson.