Ein meiningakanning í Bretlandi vísir, at tann konservativi andstøðuflokkurin hevur fingið gott tak á veljarunum.
Kanningin vísir, at var val til parlamentið í dag, høvdu teir konservativu fingið 40 prosent av atkvøðunum, meðan stjórnarflokkurin Labour hevði fingið 35 prosent. Sambært blaðnum Daily Telegrapf hava teir konservativu ikki havt so stóra undirtøku seinastu ellivu árini. Samanborið við eina kanning fyri einum mánað síðani er undirtøkan hjá teimum konservativu vaksin eitt prosentstig, meðan undirtøkan hjá Labour er minkað trý prosentstig.
Eygleiðarar í London siga, at tað hevur havt góða ávirkan á undirtøkuna hjá teimum konservativu, at Michael Howard tók við sum floksformaður herfyri. Hinvegin er kanningin neyvan hugaligur lesnaður hjá Tony Blair, forsætisráðharra, sum er undir hørðum trýsti frammanundan.










