Fyri fyrstu ferð flaggar Christiansborg í dag við ælabogaflagginum.
Flaggið varð vundið á aðra stongina við inngongdina til Christiansborg. Í hini stongini verður flaggað við Dannebrog.
– Í dag veiftrar ælabogaflaggið framman fyri Christiansborg, og vit hava vundið tað á stong fyri at fagna margfeldi, skrivar Fólkatingið á Twitter.
Ælabogaflaggið varð fyrstu ferð brúkt í sjeytiárunum sum eitt symbol upp á stríðið fyri rættindum hjá samkyndum. Í dag verður flaggið brúkt av fleiri felagsskapum at fagna margfeldi.
Fleiri politikarar hava verið atfinningarsamir um avgerðina at vinda ælabogaflaggið á stong yvir danska tjóðartingið.
Pia Kjærsgaard, fólkatingskvinna og limur í formansskapinum, skrivaði hósdagin í einum lesarabrævi í Berlingske, at flaggsiðir á Christiansborg ikki skulu gerast til ein politiskan vígvøll.
– Fólkatingið sum landsins ting skal vera eitt uttanveltað stað. Tí flagga vit sjálvandi við Dannebrog – symbolinum, sum savnar okkum sum tjóð – eins og við fløggum hjá øðrum londum í sambandi við ríkisvitjanir, skrivaði hon.
Skrivstovuleiðarin hjá Landsforeningen for LGBT+ rættindi, Susanne Branner Jespersen, heldur, at stríðið fyri rættindum hjá LGBT-persónum eru so grundleggjandi, at tað hevur týdning at flagga við ælabogaflagginum yvir Christiansborg.
– Tað er jú ikki ein politiskur vígvøllur at flagga. Vit flagga jú eisini við ST-flagginm, tá tað er ST-dagur, sigur hon.
Ein meiriluti í formanskapinum í Fólkatinginum gjørdi mikudagin av, at tey vilja markera og taka lut í hátíðarhaldinum fyri margfeldi og rættindunum at vera tann, tú ert.
– Eg haldi, at tíðin er komin, at Fólkatingið sendir eitt signal um, at vit viðurkenna rættin hjá tí einstaka at vera tann, tú vilt vera.
– Á sama hátt sum fólkaræðið er fyri øll. Tí hevur ein meirluti í formansskapinum gjørt av at flagga við ælabogaflagginum leygardagin 22. august, segði Henrik Dam Kristensen, fólkatingsformaður, um avgerðina, skrivar Ritzau.
Eisini forsætisráðfrúan, Mette Frederiksen, fegnast um, at Christiansborg flaggar við ælabogaflagginum:
– Í dag veiftrar ælabogaflaggið yvir Christiansborg fyri fyrstu ferð. Vit skuldu havt hátíðarhildið Pride'ina júst, sum hon átti at verið hátíðarhildin. Við gleði, litum og fleiri túsund menniskum til ein fólkafest. Í ár mugu vit tíverri savnast um skíggjarnar í staðin fyri á gøtunum. Tí betur forðar tað okkum ikki at markera dagin og feira margfeldið. Saman skulu vit halda fram við stríðnum fyri frælsinum til at vera tann, vit eru. Og elska tey, vit vilja elska, skrivar Mette Frederiksen á Facebook í morgun.
/ritzau/