La Toya Jackson: Michael bleiv myrdur.

-Eg steðgi ikki, fyrr enn tað er komin til sjóndar hvør og hvat tók lívið av beiggja mínum, sigur La Toya Jackson, systur Michael Jackson. Tær heldur løgnu umstøðurnar kring deyða Michael Jackson fáa nú eina øðrvísi vending. Systir hansara La Toya Jackson sigur nevniliga í samrøðu við bløðini Daily Mail og News Of The World, at Michael bleiv myrdur

 

- Michael var umringaður av einari ørgrynnu av fólki, ið hildið hann burtur frá familjuni. Vit eru sannførd um, at tað er fleiri fólk íblandaði. Hansara deyði var ein samansvørjing fyri at fáa hendur á hansara pengar. Michael átti minst virði á eina millión dollarar í tónleikarættindum, sigur La Toya.

 

- Fyri nøkrum árum síðani segði Michael við meg, at hann var bangin fyri, at tað vóru fólk, ið vóru eftir honum. Hann segði beinleiðis: ?Tey vilja taka lívið av mær fyri míni rættindini, sigur La Toya við News Of The World.

 

- Fyri einum mánaði síðani fekk eg tað kenslu, at hann fór at doyggja, áðrenn hann skuldi framføra í London, sigur La Toya.

La Toya hevur saman við restini av familjuni kravt, at Michael skal undir eina nýggja obduktión, og úrslitini verða almannakunngjørd um nakrar vikur. Men La Toya hevur longu nøkur úrslit frá teirra egna ?eitur-kanning? av Michael.

 

- Øll verða bilsin, tá ið tey endaligu úrslitini koma til sjónar. Eg kann ikki greiða nærri frá støðuni nú, orsakað av kanningunum hjá løgregluni. Hann hevði nálamerki í nakkanum og á arminum, og fleiri detaljur koma til sjóndar komandi vikurnar, sigur La Toya Jackson, ið eisini heldur, at fleiri milliónir dollarar eru tiknir úr heiminum hjá heimsstjørnuni bert tímar efir deyða hansara