Stjórnarkreppa er í Danmark í kvøld, aftaná at Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, í kvøld kallaði bláu flokkarnar til kreppufund við tí endamáli at fáa greiðu um, um stjórnin enn hevði neyðuga stuðulin.
Orsøkin var at teir Konservativu fyrr um kvøldi høvdu boðað frá, at teir ikki longur hava álit á umhvørvis- og matvørumálaráðharranum Eva Kjer Hansen.
Hóast flokkarnir enn sita á fundi, so er tað longu greitt, at Liberal Alliance ikki tekur undir við teimum Konservativu, men stuðla enn Eva Kjer Hansen.
- Eg ætli mær at siga, at LA enn veitir Eva Kjer Hansen hundrað prosent stuðul, sigur Simon Emil Ammitzbøll, fólkatingslimur fyri Liberal Alliance og umboð fyri flokkin á kreppufundinum, við Danmark Radio.

Simon Emil Ammitzbøll. Mynd: EPA.
LA stuðlar umhvørismálaráðharranum

Simon Emil Ammitzbøll. Mynd: EPA.

Simon Emil Ammitzbøll. Mynd: EPA.

Simon Emil Ammitzbøll. Mynd: EPA.

Simon Emil Ammitzbøll. Mynd: EPA.

Simon Emil Ammitzbøll. Mynd: EPA.

Simon Emil Ammitzbøll. Mynd: EPA.