Tað kom óvart á tey flestu, tá ið amerikanska felagið LA Galaxy keypti David Beckham úr Real Madrid, men nú ætlar felagið at draga enn eina superstjørnu tvørtur um Atlantshavið. LA Galaxy er sinnað at gjalda 300 milliónir krónur fyri Alessandro Del Piero, sum spælir fyri Juvenstus, men tað verður ikki roknað við,a t Del Piero tekur av. Hann miðjar eftir at spæla við í HM í 2010.










