David Beckham hevur eftir øllum at døma hug at skifta til AC Milan at spæla. Í løtuni leigar AC Milan Beckham frá amerikanska felagnum LA Galaxy. Í USA ætla tey ikki at lata Beckham fara uttan víðari, og har hava tey longu víst einum tilboði frá sær. Líkt er til, at AC Milan er sinnað at gjalda einar 100 milliónir krónur fyri at fáa Beckham at halda fram í felagnum.