Løvubetong veskur virksemið

Løvubetong byggir út, soleiðis at teir kunnu fara undir at framleiða betongelementir. Íslendsku eigararnir innflyta frammanundan nógv elementir til Føroya

Tað var í novembermánaði í fjør, at íslendingar keyptu Løvubetong við Norðskála. Tá segði nýggi eigarin, at ongar broytingar komu her og nú, men at ætlanir vóru at vaksa um virksemi hjá Løvubetong. Nú er greitt, at virksemið verður útbygt, soleiðis at Løvubetong um eitt hálvt ár ella so, eisini fer at framleiða betongelementir.

– Vit útbyggja nú soleiðis, at Løvubetong eisini verður eitt elementvirkið, sum fer at framleiða betongelementir. Væntandi stendur bygningur liðugur um árskiftið, so vit kunnu fara undir at framleiða elementir tá, sigur Regin Johannesen, sum tók við sum stjóri í junimánaði í ár.

Í løtuni er Løvubetong betongblandistøð og sementheilsøla, men fyrst í komandi ári fevnir virksemi teirra ætlandi eisini um framleiðslu av betongelementum.


Innflyta frammanundan til Føroya

Tað er íslendingurin Þorvaldur Gissurarson, sum keypti Løvubetong. Hann er forstjóri í íslendsku byggifyritøkuni TG Verk, ið hevur umleið 200 mans í arbeiði og hvørt virksemi er vaksið nógv seinastu árini. Av størru verkætlanum teirra kunnu vit nevna, at teir hava staðið aftanfyri byggingina av prentsmiðjuni hjá Morgunblaðnum, sum er tann størsta í Íslandi. Somuleiðis hava teir staðið aftanfyri byggingini av høvuðsskrivstovuni hjá orkuveitingini í Reykjavík og størstu byggivørugoymsluna, sum fyritøkan við heitinum Húsasmiðjan lat byggja.

TG-Verk eigur eisini stóra elementvirkið Einingaverksmiðjan, sum frammanundan innflytur nógv elementir til Føroya. Við at hava eitt elementvirki í Føroyum spara teir pening, umframt at teir koma inn á ein markna, har stórur eftirspurningur er.