Lívsvísdómur dagin fyri stríðið

(Les!) - Bert tey, ið tora, kunnu kenna heiðurin at tapa og gleðina at vinna

Eitt kvøld í 1009 fyrireika fólk í Jerusalem seg til, at krossfararar skulu leypa á býin. Fólk savnast kring gløgg grikkan, sum bjóðar seg fram at svara spurningum frá fólkinum.
Roknað verður við, at Koptarin vil øsa fólkið til stríð dagin eftir, men tað ger hann ikki. Í staðin tosar hann um, hvat fólk kunnu læra av lívinum, og hvussu býarbørnini kunnu leita eftir vísdómi.
Hann fær spurningar um vakurleika, ótta, trúskap, sigur, tap, einsemi og mangt annað, og svarini eru ævigtgaldandi vísdómur, sum vit framvegis kunnu fáa nakað burtur úr at lesa.
Heimskendi brasilski rithøvundin Paulo Coelho hevur skrivað bókina Handritið úr Accra (Manuscrito Encontrado em Accra), og hann skrivar í sínum eyðkenda lætta og lættlesiliga máli. Hesaferð er søgan sera einføld, men nógvur lívsvísdómur liggur í hugleiðingunum hjá Koptaranum.
Bókin kann lesast eftir fáum tímum, men kann geva tankar til langa tíð frameftir.