Týsdagin skrivaðu Ítróttasambandið fyri brekað stuðulsavtalu við Føroya Lívstrygging. Í samband við at avtalan varð undirskrivað, var tíðindafundur í ÍSF-húsinum.
Nógv virksemi
Formaðurin í ÍSB, Jógvan »Egga« Jensen, flutti fram røðu, har hann takkaði Føroya Lívstryggin fyri, at teir vildu stuðla sersambandinum. Eisini vísti hann á, at nógv spennandi tiltøk eru á skránni seinni í ár. Longu í mars mánaði fara rørslutarnaðir svimjarar at taka lut í NM, sum verður í Greve. Í mei mánaði fer føroyskt ferðalið til NM í Bocia, sum verður í Íslandi. Fyrst í juni fara átta ítróttafólk til Hollands, har tey skulu luttaka í Special Olympics, sum eru loympisku leikirnir hjá menningartarnaðum.
Í september fara føroyingar os til Svøríkis at kappast, har NM í stavbólti fyri menningartarnað stendur á skránni.
Síðst, men ikki minst, skulu so tvær føroyskar svimjigentur til Paraolympisku leikirnar, sum verða hildnir í Sydney, beint eftir at Olympisku leikirnir eru lidnir í heyst..
Skapa karmarnar
Umframt hetta, so skipar ÍSB fyri nógvum kappingum í Føroyum, og formaðurin vísti m.a. á, at seinni í ár verður FM í boccia, svimjing og frælsum ítrótti.
Formaðurin í Føroya Lívstrygging, Bartal Kass, segði, at Føroya Lívstrygging sá fram til eitt gott samstarv. Hann vónaði at henda stuðulsavtalan kundi verða við til at skapa karmarnar um virksemið hjá ÍSB. Sum hann málbar seg, so hava vit øll tørv á nýggjum avbjóðingum, eisini tey, ið hava brek.
Stuðulsavtalan er fyribils galdandi í tvey ár, og eru báðir partar sera væl nøgdir við sáttmálan. Umframt fíggjarligan stuðul letur Føroya Lívstrygging sersambandinum venjingarbúnar, pappír og brævbjálvar.