Rentan hækkar til úr 4 til 5% og umsitingargjøld lækkar við vinum prosentstigi Árið 2007 hevur hilnast væl hjá Føroya Lívstrygging. Stóri vøksturin í inngjøldum og eitt rímiliga gott avkast av fíggjarognum, saman við eini tálman av vøkstrinum í útreiðslunum ger, at árið hevur hilnast væl.
- Úrslitið av hesi góðu gongd fer at síggjast aftur hjá okkara kundum, sigur Poul Christoffer Thomassen, aktuarur hjá Føroya Lívstrygging. ?
- Ítøkiliga merkir hetta, at rentan á eftirlønartryggingum fer úr núverandi 4,5% upp á 5% frá 1. januar 2008. Samstundis lækka umsitingar-gjøldini enn eina ferð við umleið 1% stigi fyri flestu tryggingar, sigur Føroya Lívstrygging í tíðindaskrivi.










