Fýra kinesiskir menn fingu fyrradagin lívlanga fongsulsrevsing, eftir at rætturin hevði dømt teir sekar í at hava smuglað vietnamesiskar kvinnur til Kina og kinesiskar kvinnur til Japan. 38 aðrir menn fingu millum tvey og fimtan ára fongsul.
Kinesisku myndugleikarnir siga, at frá 1998 til 2000 vórðu umleið 700 kinesiskar kvinnur smuglaðar til Japan, har tær flestu endaðu í skøkjuhúsum. Í sama tíðarskeiði vórðu nógvar vietnamesiskar kvinnur smuglaðar úr Vietnam til skøkjuhús í Kina. Sagt verður, at smuglararnir neyðtóku nógvar av kvinnunum, áðrenn tær vórðu seldar øðrum.
Nógvar kinesiskar kvinnur vilja fegnar sleppa av landinum, og tær rinda javnan upp ímóti 20.000 amerikanskum dollarum fyri at sleppa við einum skipi. Sambært myndugleikunum enda nógvar av kvinnunum í útlendskum skøkjuhúsum.










