47 ára gamli danski uppfinnarin Peter Madsen hevur fingið lívstíð í fongsul fyri at hava dripið svenska journalistin Kim Wall og fyri kynsliga skammfaring av líkinum. Tað kunngjørdi dómarin í býarrættinum í Keypmannahavn fyri løtu síðan.
Sostatt hevur Peter Madsen fingið strangasta revsingina, ið er í donsku rættarskipanini.
Sambært Danmark Radio, so meinti rætturin ikki, at Peter Madsen hevði givið eina trúverda frágreiðing, um hví hann hevði ymisk tól við sær í kavbátinum. Tól, sum rætturin meinar, at hann brúkti at lima líkað hjá Kim Wall sundur við. Rætturin metir har við, at tað er orsøk at halda, at Peter Madsen hevði tilrættarlagt drápið.
Víst verður eisini á, at Peter Madsen hevur fleiri ferðir broytt forkláring í málinum. Millum annað, tá hann greiddi frá, at Kim Wall doyði, tá ein lúka datt á hennara høvd.
Betina Hald Engmark, verji hjá Peter Madsen, hevur longu boðað frá, at tey kæra dómin til Eystara Landsrætt.
Tað var tíðliga um kvøldið hin 10. august í fjør, at tey bæði fóru út í Oyrasund at sigla í heimabygda kavbátinum UC3 Nautilus. Peter Madsen hevur viðgingið seg sekan í at hava stykkjað sundur líkið av Kim Wall, sum hann sigur doyði av útstoytsgassi. Hinvegi noktar kavbátabyggjarin seg sekan í álvarsligu ákærunum, sum snúga seg um kynsliga skamfaring og dráp.