Lívsneyðug ráðstevna um ferðslutrygd

Í sambandi við at Ráðið fyri Ferðslutrygd verður 30 ár, verður ein stór ráðstevna í Norðurlandahúsinum tann 19. januar, har fyrilestrarhaldarar úr bæði Føroyum, Danmark og Svøríki luttaka

Noyðast vit at góðtaka, at fólk lata lív ella verða illa løstaði í ferðsluni?
Hvussu fáa vit færri avvarðandi í sambandi við ferðsluvanlukkur?
Og er bilurin sum eitt privat rúm, har eigarin hevur alt ræði, eins og heima við hús?

Omanfyri eru nevnd nøkur av evnunum, ið fara at verða umrødd á fjølbroyttu ráðstevnuni, sum verður í Norðurlandahúsinum 19. januar, í sambandi við, at Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur 30 ár á baki.
Umframt røðarar úr Føroyum luttaka eisini fyrilestrarhaldarar úr Svøríki og Danmark.

Utopi ella veruleiki

Høvuðsrøðarin á ráðstevnuni verður Thomas Carlson, sum er fjølmiðlaleiðari hjá ráðnum fyri ferðslutrygd í Svøríki, NTF.
Niðurstøðan hjá honum er, at ein ferðsla, har øll akta lógirnar, kann gerast ferðslutrygg - sæð í tí ljósinum er Nullhugsjónin eingin utopi, sigur hann.
Sunrid Traðará, løgreglukvinna, sum sjálv hevur mist ein son í ferðsluni, fer at seta ljós á týdningin av lógararbeiðnum í samband við ferðslutrygd.
- Kann ein bót upp á 150 krónur roknast sum fyribyrgjandi, spyr hon.
Eyðun Andreassen, professari, fer at halda ein sera áhugaverdan fyrilestur um mentan í samband við ferðslu. Í fyrilestri sínum sigur Eyðun millum annað: "Bilurin er ikki bara eitt flutningstól - hjá nógvum er hann eisini eitt ikon. Hann ber boð um eigaran. Tað ger koyringin eisini."
Stjórin fyri Rådet for Større Færdselssikkerhed í Danmark, René la Cour Sell, fer at greiða fra um úrslitini av klippikortskipanini í Danmark.

Býir fyri menniskju

Ein annar kendur dani, Lars Gemzøe, sum er knýttur at Center for Byrumsforskning í Keypmannahavn, verður eisini millum fyrlestrarhaldararnar.
Saman við Jan Gehl gav hann í 2001 út bókina, "Nye byrum", sum lýsir býir og býrúm úr øllum pørtum av heiminum, har arbeiðið fyri einum betri býumhvørvi hevur ført til áhugaverd og og hugkveikjandi úrslit.
Í fyrilestri sínum fer hann millum annað at vísa á hugskot og royndir frá smærri samfeløgum uttanlands.

Umframt fyrilestrarnar verða eisini filmsbrot um ferðslu í Føroyum, sum Kovboyfilm hava gjørt til hetta serstaka høvi.
Ráðstevnan endar við einum kjakpaneli um, hvussu ferðslan skal skipast í Føroyum. Tá fáa luttakararnir høvi at kjakast og seta spurningar til eitt nú landsstýrismannin við ferðslumálum.
Tað er Synergi, sum skipar ráðstevnuna fyri Ráðið fyri Ferðslutrygd. Til ber at tekna seg til ráðstevnuna á, www.synergi.fo, ella ringja á telefon 227464, gerandisdagar millum klokkan 13.00 og 16.00.