LLP
Evropa skal vera ein vitanardepil, og tað skal vera attraktivt at koma higar at útbúgva seg og virka. Tað er endamálið við stóru útbúgvingarverkætlanini hjá ES, nevnd Lifelong Learning Programme, stytt LLP.
Útbúgvingarverkætlanin fevnir um árini 2007 til 2013, og endamálið er at fremja evropeiskt samstarv um útbúgving. ES hevur sett heilar 7 milliardir evrur av til endamálið, sum einstaklingar og bólkar í øllum aldri kunnu søkja um stuðul frá.
Upprunaliga var ætlanin at arbeiða fyri, at Føroyar eisini kundu gerast ein partur av skipanini, men tað arbeiðið tykist verða mestsum steðgað, hóast tað heði verið av stórum týdningi fyri okkum at verið við, har tað veruliga hendir.
Fýra málbólkar
Verkætlanin er býtt í fýra partar, sum venda sær til ymsar málbólkar.
* Comenius – barnaskúli og miðnámsútbúgvingar.
Endamálið er at stuðla samstarvi millum skúlar t.d. við projektsamstarvi og umbýti av flokkum. Eisini eftirútbúgving av lærarum, leiðslu og øðrum starvsfólkum í skúlaverkinum, uppihald til útlendskar stuðulslærarar, menningarverkætlanir fyri lærarar og luttøku í evropeiskum netverkum.
* Leonardo – vinnuskúlar og yrkisútbúgvingar.
Serskráin Leonardo vendir sær til vinnuskúlar, felagsskapir og til almennar og privatar fyritøkur, sum arbeiða við yrkisútbúgvingum á øllum útbúgvingarstigum. Leonardo stuðlar lesandi og lærlingum, ið fara í starvsvenjing í øðrum landi, og starvsfólki, ið samstarva í netverkum og verkætlanum á vinnuøkinum.
* Erasmus – hægri útbúgving
Serskráin Erasmus er flaggskipið hjá ES innan hægri útbúgving. Skipanin eggjar lesandi og starvsfólkum við hægri lærustovnar at taka part av útbúgvingini -ella at arbeiða á universiteti- í øðrum ES landi í eitt tíðarskeið. Talan kann m.a. vera um lesnað sum skiftisnæmingur, málskeið, intensiv skeið, verkætlanarsamstarv og umbýti av lærarum og øðrum starvsfólki.
* Grundtvig – vaksnamannaútbúgving og fólkaupplýsing.
Hesin bólkurin hevur til endamáls at stuðla vaksnamannaútbúgving, fólkaupplýsing og lívslangari læring. Grundtvig stuðlar m.a. eftirútbúgving av lærarum, ið undirvísa vaksnum, starvsvenjing fyri lærarar á hesum øki og skeið í útlondum fyri vaksnar skeiðsnæmingar.
Harumframt er ein tvørgangandi skipan, ”Transversal Programme”, ið virkar fyri samstarvi tvørturum virksemið í einstøku LLP-skipanunum, og Jean Monnet-skipanin, sum vendir sær til serfrøðingar á hægri lærustovnum, sum arbeiða við evninum integrasjón í Evropa.