Lívshættisligt leikutoy

Pocket-bikes eru smáar motorsúkklur ætlaðar børnum niður í 10 ára aldur. Hetta er lívshættisligt leikutoy, ávarar Ráðið fyri Ferðslutrygd. Hóskvøldið í farnu viku kostaði ein túrur á eini slíkari súkklu einum níggju ára gomlum smádreingi í Stavanger lívið

Ráðið fyri Ferðslutrygd heitir á foreldur um ikki at lata børn koyra á Pocket-bikes ella í smáum el-bilum. 
Hetta eru sera vandamikil leikutoy, sum kunnu føra til álvarsamar vanlukkur.
Hóskvøldið í farnu viku hendi ein syndarlig vanlukka í Stavanger í Noregi, tá ein nýggju ára gamal smádrongur, við Pocket-bike sínari, stoytti saman við einum lastbili.
Drongurin doyði á staðnum.
Ætlanin við Pocket-bikes og el-bilunum er óivað, at koyrast skal uttanfyri alfaraveg, og tey verða heldur ikki skrásett í akfaraskránni. Sambært ferðslulógini skulu akfør, sum koyra á vegunum verða skrásett, og tað er tí ólógligt at koyra á alfaravegi við hesum motorsúkklum og bilum.
Veruleikin er tó, at børnini, hóast tað er ólógligt, koyra á vegunum, bæði á Pocket-bikes og í smáu el-bilunum.
Politiið, Akstovan og Ráðið fyri Ferðslutrygd hava vent sær til politiska myndugleikan, við áheitan um at forbjóða innfluttningi av Pocket-bikes í Føroyum. Men enn er einki hent, og tað er framvegis loyvt at innflyta hesar súkklur.
Tað er ikki óvanligt at síggja børn súkkla og koyra við Pocket-bikes og el-bilum úti á alfaravegi, til stóran vanda fyri bæði tey sjálvi og onnur.
Nevndu partarnir, ið varða av ferðslutrygdini, halda, at tað er ein spurningur um tíð, áðrenn tað fær álvarsamar avleiðingar fyri hesi børn ella onnur, um einki verður gjørt fyri at venda gongdini.
Slíkt má ikki henda hjá okkum, og tí má einhvør nýtsla av Pocket-bikes og smáu el-bilunum forbjóðast í Føroyum, sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd.
 
Kelda: www.ferdslutrygd.fo