Ein vandamikil tarmbakteria er hagartil funnin í seks sjúkrahúsum í Danmark.
Í øllum førum 75 sjúklingar eru smittaðir, og sannlíkt er sjúkan orsøkin til 12 deyðsføll
- Nýtslan av hondspritt ístaðin fyri vatn og sápu, kann verða orsøkin til útbrotið, sigur Kåre Mølbæk, yvirlækni á Statens Serum Institut. Vantandi reingerð kann eisini verða ein orsøk.
- Hondspritt er ein praktiskur og einfaldur háttur at reinsa hendurnar, men tíverri er hondspritt ikki nóg sterkt til at burturbeina allar bakteriur, sigur Kåre Mølbæk við Ritzau
Ein onnur grundgeving kann verða vantandi reingerð. Ístaðin fyri vatn og sápu nýta sjúkrahúsini, sambært Kåre Mølbæk, mangan tær sokallaðu turrmoppurnar.
Í høvuðsstaðnum viðgongur leiðarin Svend Hartling, at niðurraðfesting av reingerðini kann verða eina av orsøkunum til tey mongu dømini.
- Vit arbeiða javnan við at betra um reingerðina á okkara sjúkrahúsum, men bakterian er mótstøðufør. Bakterian kann yvirliva í sjúkrahús umhvørvinum í langa tíð, sigur hann og leggur dent á, at tey avvarðandi sjúkrahús hava tamarhald á støðuni.
- Vit hava eftirlit við sjúklingunum, og eru kvik at varnast um tey fáa búkilsku, soleiðis at tey kunnu isolerast og fáa serstaka reingerð, sigur hann.
Fyribils er bakterian við navninum Clostridium difficile, eisini nevnd CD027, funnin í Hillerød, Helsingør, Esbønderup, Hørsholm og Frederikssund sjúkrahús, har íalt 50 fólk eru staðfest smittaði av sjúkuni. Í Gentofte Sjúkrahús er hagartil staðfest 25 sjúklingar.










