Lívshættislig bakteria kann koma til Danmarkar

Í Týsklandi eru trý fólk deyð av ecoli-bakteriuni, og nú ávara teir donsku heilsumyndugleikarnir um, at bakterian kann koma til Danmarkar.

Í Týsklandi hava heilsumyndugleikarnir staðfest, at næstan 300 fólk eru smittað av teirri lívshættisligu bakteriuni, og higartil eru tvey eldri fólk og ein ung kvinna deyð. Á Statens Seruminstitut ávara tey nú um, at bakterian kann koma norður um markið.

-Nógvir danir ferðast aftur og fram millum Týskland og Danmark, og tí er vandi fyri, at fólk kunnu fáa smittuna úr mati, sum tey eta í Týsklandi, ella sum tey hava heim aftur við sær, sigur Kåre Mølbak hjá Statens Seruminstitut við TV2. Hann leggur afturat, at tað er sera umráðandi, at møguligir tilburðir verða staðfestir sum skjótast, so fólk kunnu fáa ta røttu viðgerðina.

Ecoli-bakterian, sum er ein tarmbakteria, kann órógva blóðrenslið, og hon kann ávirka týðandi gøgn so nógv, at fólk doyggja av tí.