Lívshættislig bakteria funnin í føroyskum fiski

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar fólk ímóti at eta hann

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú fólk ímóti nøkrum sendingum av royktum fiski frá Sjógæti á Norðskála. Talan er um nakrar sendingar av kaldroyktum, feskum, laksi og svartkalva frá Sjógæti, og talan er um laks, sum er pakkaður ímillum tann 5. mars og 23 mars í ár.

Talan er um hesar vørur:

- 200g skivuskorið roykur laksur

-150g stykki laksi

-300g stykkir av laksi

-150g stykkir av svartkalva

Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at orsøkin til ávaringina er, at listeria-bakteria er funnin í nøkrum av pakkunum.

Hjá summum fólkum kann listeria-bakterian vera lívshættislig. Sjúkueyðkennini minna um influensu við fepuri, høvuðpínu og í onkrum førum, eisini við magatrupulleikum

Fødevarestyrelsen í Danmark sigur, at fólk, sum annars eru frísk, verða ikki serliga sjúk av listeriu, men tey kunnu fáa leyst lív, og sjúkutekin, sum minna um influensu í nakrar dagar.

Men listeria kann verða lívshættislig fyri fólk, sum longu eru sjúk, ella sum hava vánaliga immunverju tí tey taka ávísan heilivág, Tey kunnu nevniliga fáa blóðeitran og meningitis og verða tey smittað við listeriu, er vandin fyri at doyggja av tí, heili 25 prosent, sigur Fødevarestyrelsen.

Verða kvinnur, sum eru við barn, smittaðar við listeriu, er vandi fyri, at kvinnan missur barnið, ella at tað verður deyðføtt. Tað er eisini vandi fyri, at barnið verður føtt við blóðeitran ella meningitis, men kvinnan sjálv verður sjáldan sjúk.

Sjúkuteknini vísa seg nakrar fáar dagar eftir at fólk eru smittað, men tað kunnu eisini ganga heilt upp til tveir mánaðir, áðrenn tað vísir seg. Men tey flestu verða kortini sjúk tvær,tríggjar vikur eftir at tey eru smittað, sigur Fødevarestyrelsen.