Lívligur fólkafundur

Eini 300 fólk vóru savnað í Læraraskúlahøllini á Frælsinum, tá Tjóðveldisflokkurin leygardagin skipaði fyri fólkafundi. Við einari blanding av seriøsum røðum, skemti, tónleiki og einum vælupplagdum Tobba megnaði Tjóðveldisflokkurin at skapa ein lívligan fólkafund í orðsins sanna týdningi.

Ein fullsett Læraraskúlahøll var leygardagin karmur um ein lívligan fólkafund hjá Tjóðveldisflokkinum. Á fundinum hendi eitt sindur av hvørjum, júst sum siðvenja er við føroyskum fólkafundum. Høgni Hoydal legði fram valskrá Tjóðveldisfloksins. Karin Kjølbro helt eina rørandi røðu. Sjúrður Skaale tosaði um tilfeingi og møguleikar Tjóðveldisfloksins í valstríðnum, og Tobbi var í essinum við einari kanónrøðu og sum garvillur fólkatónleikari saman við Sámali Ravnsfjall. Men ikki nokk við tí. Heri Simonsen, skemtari, megnaði at bjóða nærum hvørja tí einastu pissubløðru í salinum av við undirhaldandi, beinraknum og, til tíðir, heldur grovum skemti.

Væl nøgdir
- Vit megnaðu at savna eini 300 fólk til fundin, og tað eru vit sera glaður fyri, serliga tá hugsað verður um, at fundurin varð lýstir so stutt áðrenn, sigur ein av fyrireikarunum, Sjúrður Skaale, við Sosialin. Hann heldur áfram við at siga, at endamálið við fundinum var at nýta tað tilfeingið, sum flokkurin hevur, so gott sum gjørligt. Tí Tjóðveldisflokkurin hevur als ikki ráð til lýsingar hvønn tann einasta dag, sum aðrir flokkar hava.
- Onkur av hinum stóru flokkunum hevur kanska eini tríggjar ferðir so nógvar pengar sum Tjóðveldisflokkurin at nýta í valstríðnum. Tjóðveldisflokkurin hevur ikki ráð til tað øgiliga lýsingarátak, ið ávísir aðrir flokkar hava. Tað merkir so, at vit eru noyddir at nýta tað tilfeingið, ið vit hava. Og tað er so millum annað, at Tjóðveldisflokkurin kanska hevur meira virknar limir enn aðrir flokkar, greiðir Sjúrður Skaale frá.

Avrikslistin
Sjúrður Skaale tosaði millum annað í røðu síni um tilfeingi og møguleikar Tjóðveldisfloksins í valstríðnum. Hann nevndi tann sokallaða avrikslistan, ið er ein listi, ið vísir á tey avrik flokkurin hevur gjørt síðan hann kom til í 1998.
- Tit hava sæð avrikslistan hjá Tjóðveldisflokkin fyri tey farnu seks árini. Eg tori at siga, at eingin flokkur nakrantíð hevur havt eitt so gott útgangsstøði til eitt valstríð, segði Sjúrður Skaale í røðuni.
Sjúrður Skaale nevndi, at hesin listin sigur nógv. Hann eigur at nýtast til at sannføra føroyingar um, at Tjoðveldisflokkurin hevur konkret, trúðvirðilig argument aftan fyri seg, og at møguleikar floksins í valstríðnum liggja aðrastaðni enn í dýrum vallýsingum.
- Støðan er altso tann, at Tjóðveldisflokkurin hevur øll kort á hondini til at vinna hetta valið. Tjóðveldisflokkurin eigur at vinna hetta valið. Hann eigur ikki at ganga aftur frá seinasta valið, hann eigur at ganga fram. Tað skal ikki vinnast í bløðunum. Tað skal partvís vinnast í sjónvarpi og útvarpi, men tað skal fyrst og fremst vinnast við hús og á arbeiðsplássum og í hondbóltsfeløgum og diskotekum og samkomuhúsum av øllum slag, helt Sjúrður Skaale áfram í røðuni.

Tobbi brillieraði
Hæddarpunktið á fólkafundinum mann uttan iva hava verið Torbjørn Jacobsen. Umframt at halda eina av sínum klassisku kanonrøðum, ið summi elska og onnur hata, royndi hann seg sum fólkatónleikara saman við Sámali Ravnsfjall. Hóast tað kann diskuterast, hvussu góður sangari Tobbi er, mann einki vera at ivast í, at hann dugir at framføra. Luttakararnir skemtaðu sær í hvussu so er óført í at síggja buldrutta politikkaran royna seg sum buldruttan tónleikara.

Onnur tiltøk
Sjúrður Skaale sigur at enda við Sosialin, at Tjóðveldisflokkurin ætlar sær at skipa fyri fleiri líknandi fundum í valstríðnum, og at stuttligt hevði verið, um undirtøkan hjá limum Tjóðveldisfloksins og øðrum áhugaðum hevði verið líka stór. Men at megna at savna 300 fólk enn einaferð, má skiljast sum at vera ein avbjóðing.

.