Tað er í dag, at stóra regattasiglingin byrjar í Klaksvík og heldur fram í Havn, á Sandi og í Vági heilt til leygarkvøldið.
Regattan byrjar klokkan 18 í dag tá ið 13 sluppir, træskip og deksbátar við tilsamans 79 monnum, møtast á Pollinum og fylgjast inn á Klaksvík.
Í morgin, fríggjadagin, verður siglt til Havnar, hagar komið verður á miðdegi. Klokkan 14 verður siglt á Sand, hagar tey koma klokkan 19 og leygardagin verður farið til Vágs og hagar tey eisini koma klokkan 19.
Allastaðni verður skipað fyri alskyns tiltøkum á havnarøkinum, bæði fyri børn og vaksin.