Kappingarnar á Sjómannadegnum í Klaksvík leygardagin settu ein serligan dám á tiltakið. Tað stóð ikki á at fáa luttakarar til tær mongu og øðrvísi kappingarnar, og menn kýttu seg, tá ið teir skuldu royna styrki á ymsan hátt.
Millum kappingarnar varð togtogan millum skipsmanningar, og hetta var kanska tann kappingin, sum eydnaðist best. Hon var lívlig og spennandi, og fyrireikararnir dugdu væl at gera hana forvitnisliga. Endin altso endin á kappingini var, at Pison vann frammanfyri Ågot.
Kappast varð eisini í sjómanstaki, og har komu klaksvíkingur Andras Sigurðsson og viðoyingurin Ísak Petersen í finaluna. Her eydnaðist tað tí drúgva viðoyinginum at vinna.
Kvinna í serflokki
Tað vóru eisini aðrar meira friðarligar kappingar sum snúðu seg um at vera fittur í hondunum.
Nógvir luttakarar royndu seg í trolbøtingini, og her eydnaðist tað skiparanum Eyðuni á Bergi at vinna frammanfyri Andor Isaksen og Levi Joensen.
Ein kvinna gjørdi bart í kappingini at rippa. Ása M. Egholm var næstan fýra minuttir frammanfyri nummar 2, og hon var tí í serflokki í júst hesari kappingini.
Fyrireikararnir av Sjómannadegnum heiðraðu eisini teimum bestu bátunum í Norðoyggjum í 2004. Bátarnir vórðu flokkaðir í fimm bólkar, og besti báturin í hvørjum bólki fekk eina virðisløn.
Teir, sum vórðu heiðraðir, vóru Bjørgvin, Bragd, Fagraenni, Gáshøvdi og Klakkur.
Heimsmeistarakapping í Sjómanstak
Nr. 01Ísak Petersen
Nr. 02Andras Sigurðsson
Nr. 03Martin Ziska Jacobsen
Heimsmeistarakapping í Trolbøting
Nr. 01 Eyðun á Bergi7:49
Nr. 02Andor Isaksen8:10
Nr. 03Levi Joensen8:19
Nr. 04Jóhan Isaksen9:26
Nr. 05Gilbert Gullaksen9:47
Nr. 06Palli Sivertsen9:53
Nr. 07Andras Samson10:02
Nr. 08Alfred Eliasen10:16
Nr. 09Ísak Petersen11:06
Nr. 10Jógvan við Garð13:40
Heimsmeistarakapping í Ripping
Nr. 01Ása M. Egholm 7:26
Nr. 02Óli Marnar Chr11:14
Nr. 03 Finn Baldvinsson12:10
Nr. 04Gerda Heinesen13:16
Nr. 05Klæmint Hansen13:09
Nr. 06Magni Jacobsen13:13
Nr. 07 Sigrid Mikkelsen13:32
Nr. 08Regin Jóhannesen14:00
Nr. 09Høgni Magnusson14:16
Nr. 10H. Højgaard15:22
Bestu bátar og skip
Uppgerðin er grundað á, hvørjir bátar og hvørji skip í Norðoyggjum hava fiskað mest í tonsum í 2004.
Útróðrarbátar, smáir: Bjørgvin. 165 tons, 887 kg
Útróðrarbátar: Bragd. 431 tons, 391 kg
Línubátar: Fagraenni. 238 tons, 38 kg
Trolbátar: Gáshøvdi. 553 tons, 983 kg
Línuskip: Klakkur. 1249 tons, 425 kg.