Tað er Jóannis Fonsdal, prestur við Havnar kirkju sum skipar fyri hesi gudstænastuni. Hon verður hildin í felag við ungdómsarbeiðið í KFUM&K og gospelkórið "Sound of Glory-Tensing" og ungdómsarbeiðinum í Meinigheitshúsinum.
Gudstænastan byrjar og endar á vanligan hátt, við klokkuringing, bøn, urguspæli og felagssálmi, men restin verður væl øðrvísi enn vanligar gudstænastur.
Sum ein part av gudstænastuni fer TenSing-kórið at syngja fleiri lættari sangir við góðum undirspæli frá einum vælmannaðum tónleikabólki. Ein dramabólkur fer at framføra eitt spennandi og orðleyst dramastykki við góðum baktónleiki.
Afturat øllum hesum verða lættari felagssangir, bøn, prædika og altargongd.
Skipa sjálvi fyri
Sound of Glory TenSing (SoGT) er eitt ungdómsarbeiði, sum fer fram í og út frá KFUM&K í Havn.
Høvuðsdenturin verður lagdur á at arbeiða við kóri, men tey fáast eisini við dansirøðir, drama og tónleikabólk.
Tað, sum skilir SoGT frá øðrum kórvirksemi og ungdómsarbeiði er, at tað eru tey ungu sjálvi, sum leggja til rættis og avgera, hvat kórið skal syngja, ella hvat tey skulu gera, tá tey til dømis fara á legu.
Kórið hevur regluligar venjingar, og hevur fleiri spennandi tiltøk á skránni í vár og eisini í summar.