Lívlangt fongsul fyri yvirgangsætlanir

Ein dómstólur í New York hevur dømt Mohammed Mansour Jabarah lívlangt fongsul fyri at hava havt ætlanir um yvirgangsatsóknir Undir rættarmálinum er komið fram, at sambært amerikanska ákæruvaldinum hevur Mohammed Mansour Jabarah havt samband við Osama bin Laden og Khalid Sheik Mohammed, sum legði atsóknina tann 11. septembur í 2001 til rættis.

Mohammed Mansour Jabarah, sum er av irakskum uppruna, varð dømdur fyri at hava lagt ætlanir um at søkja at amerikonsku sendistovunum í Manila og Singapore.

Hann varð tikin í Oman í 2002, og síðani hevur almenningurin lítið og einki frætt um málið ímóti honum.