Lívlanga arbeiðslegu

Russiska dómsvaldið hevur dømt ein mann lívlanga arbeiðslegu, eftir at maðurin varð funnin sekur í at hava pínt og myrt fimtan fólk seinastu tíggju árini.
Tann 39 ára gamli Alexander Borovkov búði í býnum Jaroslavl, sum er einar 300 kilometrar í landnyrðing úr Moskva. Har gjørdi hann seg inn á fólk, og serliga vóru tað tey, sum áttu stór ella dýr hús, sum liðu undir ágangi hansara. Í 1994 varð hann tikin, men flýddi úr fongslinum.
Meðan hann sat í fongslinum, hevði hann gjørt av at beina fyri teimum, sum hann fyrr hevði gjørt seg inn á, tí á tann hátt kundi hann sleppa undan, at nakar teirra fór at vitna ímóti sær. Úrslitið varð, at hann myrdi fimtan fólk. Undir rættarmálinum ímóti honum kom fram, at nakrir aðrir menn høvdu hjálpt honum. Fýra teirra hava nú fingið millum 22 og 25 ára fongsul.